Í samband við forkunnuga útlendska vitjan á Fiskirannsóknarstovuni, verður almennur fundur á Vinnuháskúlanum í dag klokkan 17 Mike Breen PhD leggur fyri við eini framløgu um, hvussu fiskur er fyri, tá hann er komin ígjøgnum meskar í einum troli, og hvussu hetta ávirkar umsiting av fiskastovnum.
Henda framløga hevur fingið heiðursløn fyri sína dygd á stórari altjóða granskarastevnu í USA fyri góðum ári síðan.
Mike er leiðari á ?kavara?-bólkinum á fiskirannsóknarstovuni í Aberdeen og hevur gjørt nógv við at kanna atburð hjá fiski, sum kemur í samband við fiskireiðskap. Hann hevur eisini arbeitt fyri ICES í hesum sambandi.
Á almenna fundinum fer Philip MacMullen at leggja fram um ábyrgdarfulla veiðu, og hvussu hetta verður brúkt í marknaðarføringini av fiski, eitt nú við umhvørvismerking, eitt nú MSC.
Philip er leiðari á umhvørvisdeildini hjá Seafish í Bretlandi. Hann hevur 30 ára royndir innan fiskitøkni-og fiskaframleiðsluvinnuna og hevur góða kunning um fiskivinnuna, ikki bara í Bretlandi, men øllum Europa og aðrastaðir við.
Hann hevur eisini verið konsulentur í Miðeystri og Ameriku.
Seinastu árini hevur Philip arbeitt við at betra um samskiftið millum partarnar í fiskiíðnaðinum, serliga við atlitið til umhvørvið og hevur kannað, hvussu komið verður fram til avgerðir og loysnir fyri at finna varandi og ábyrgdarfulla veiting av rávøru úr sjónum.
Hann samstarvar tí við øll liðini í fiskivinnuni, eitt nú stórar handilsketur, umsiting, politikarar, umhvørvisbókar, reiðarar og fiskimenn.
Eftir framløgurnar hjá teimum báðum verður kjak við luttøku av umboðum fyri føroysku fiskivinnuna.