Bunkringskunngerðin verður nú send til hoyringar

- Innlendismálaráðið loyvir ikki dálkin í føroyskum havnum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum í viðmerking til Heðin Mortensen.

Tað var um vikuskiftið, at Heðin Mortensen legði Innlendismálaráðið undir at loyva dálking við olju í føryskum havnum, tá bunkrað verður. Hetta var eftir ein dóm frá 15. januar, har Føroya Rættu fríkendi Strandfaraskip Landsins og bunkringsveitaran í einum máli um dálkin í sambandi við, at Teistin tók olju í Skopun í 2006.

Men Annika Olsen vísir aftur skuldsetingunum frá Heðini Mortensen, forkanni í Kommunusamskipan Føroya.

- Innlendismálaráðið ætlar ikki í hesari viðmerking at taka støðu til, um úrskurðurin hjá Føroya rætti er ein røtt niðurstøða um rættarstøðuna ella ikki, tí ráðið hevur saman við Umhvørvisstovuni gjørt viðmerkingar til fútan í sambandi við, at ákæruvaldið søkir um loyvi at kæra dómin, sigur Annika Olsen.

Hon vísir eisin á, at Innlendismálaráðið tvørturímóti vil sláa púra fast, at tað ikki ? hvørki áðrenn ella aftaná, at havumhvørvislógin gjørdist føroysk í 2005 ? er loyvt at dálka sjógvin við olju, og er hetta staðfest í § 7 í lógini. Tað er heldur ikki loyvt at dálka sjógvin við burturkasti sambært § 13 í lógini.

- Tað er heldur ikki rætt, tá formaðurin i KSF ákærir Innlendismálaráðið fyri at hava ligið á einari einfaldari kunngerð um bunkring í føroyskum havnum. Fyrsta kunngerðaruppskotið ? sum varð gjørt í samráð við viðkomandi áhugabólkar ? hevur ligið í ráðnum í drúgva tíð uttan at vera sett í gildi, men orsøkirnar til hetta eru fleiri, eitt nú ivamál um ábyrgdarbýtið millum oljuveitara og oljumóttakara, sigur Annika Olsen.

Hon vísir á, at Innlendismálaráðið hevur síðani gjørt fleiri uppskot til betringar, og nú er seinasta kunngerðaruppskotið lagt Vinnumálaráðnum og Skipaeftirlitinum til viðmerkingar.

- Síðandi verður bunkringskunngerðin send út til hoyringar fyri síðandi at verða sett í gildi. Kunngerðin fer at seta stór krøv til havnirnar kring landið, men nú KSF leingi hevur eftirlýst hesi kunngerð, verður hetta neyvan nakar trupulleiki, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.