Hetta fekk tey at halda, at tey sluppu ikki fram at atkvøðugreiðsluni.
Men soleiðis er ikki, sambært SvF.
Føroysku atkvøðurnar síðsta vikuskiftið taldu við, hóast tónin var bundin, og soleiðis verður aftur fríggjakvøldið, tá ið stóra finalan í kappingini verður.
SvF boðar frá, at føroyingar kunnu atkvøða við at ringja ? ikki senda sms ? og tað er nóg gott, um tónin er bundin. Fólk, sum atkvøða, skulu ikki hava samband við nakran ella fáa nakra váttan. Atkvøðan er skrásett, tá ið tú hoyrir ein bundan tóna. Tað kostar vanligan telefontakst at ringja, og føroyingar skulu minnast til at hava 0045 framman fyri tað danska nummarið.









