Búnaðarstevnan verður Klaksvík annan leygardag

Stevnan hesaferð verður leygardagin 18. februar 2023 á Skúlatrøð í Klaksvík.

Higartil hava verið fyriskipaðar sjey búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020 og februar 2022.

 

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað.

 

Skráin fyri Búnaðarstevnuna hesaferð er hendan:

 

Skrá:

 

Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson

 

10:00: Skráseting

 

10:30: Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna

 

10:40: Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

 

Landbúnaðarpolitikkur og sjálvbjargni

 

11:10: Sigurð í Jákupsstovu, stjóri - Umhvørvisstovan

 

Lendisætlan fyri Føroyar v.m.

 

11:35 Tróndur G. Leivsson, stjóri - Búnaðarstovan

 

Framløga

 

12:00 Miðmálið

 

13:00 Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan

SJÁLVBJARGNI VIÐ MATVØRUM Í FØROYUM OG ØÐRUM SMÁTJÓÐUM/OYGGJUM

 

At vera sjálvbjargin við matvørum er eitt sera aktuelt evni.

Norðurlendski smásamfelagsbólkurin, har Umhvørvisstovan umboðar Føroyar, tók stig til verkætlanina.

 

13:20 Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi

 

Øktur framleiðslukostnaður í landbúnaðinum – greining av landbúnaðarvørum í okkara grannalondum v.m.

 

13:40 Magnus Gaard, rektari

 

Náttúrutilfeingi og útbúgvingmøguleikar í Føroyum

 

Hvussu kunnu vit útbúgvingarliga best møguligt brynja okkara ungu til eina framtíð, sum ongin kennir nakað til ?

 

Hví eru útbúgvingartilboðini so fá innanfyri gagnnýtslu av náttúrutilfeingi í Føroyum.

 

Tilfeingisbreytin og samstarvið millum Miðnám í Vestmanna og Búnaðarstovuna.

 

14:00 Heidi Holm, verkætlanarleiðari

Landbúnaðarferðavinna

Vaksandi ferðavinnan í Føroyum letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin. Sonevnda “agrotourism” ella landbúnaðarferðavinna er kent fyribrigdi aðrastaðni, sum í stuttum snýr seg um at menna tilboð, vørur og tænastur innan ferðavinnuna, ið taka støði í landbúnaðarvirkseminum.

 

14:20 Eyðfinnur Magnussen, lektari í lívfrøði

 

Áseyðatali í teim føroysku høgunum fyrr og nú / Bakteriur á skerpikjøti -  Hvat er tað sum hendir, tá kjøt verður hongt upp?

 

GREIN UM SKERPIKJØT

 

Fyri stuttum hevur ein vísindalig grein, sum vit hava skrivað um skerpikjøt, fingið nógva umtalu í fjølmiðlunum og á heimasíðum.

 

Helst hevur hetta stóran áhuga hjá fleiri.

 

Her eru fýra leinki til umtaluna av skerpikjøt-greinini:

 

  1. Innslag í Degi og Viku, hósmorgunin 15. desembur (2:53 minuttir)
  2. Granska bakteriur í skerpikjøti

 

https://kvf.fo/.../12/15/granska-bakteriur-i-skerpikjoti

 

  1. Innslag í Góðarmorgun-sendingini í Kringvarpinum, hósmorgunin 15. desembur (11:19 minuttir)

 

https://www.dropbox.com/.../Skerpikjoet_GMF15Des2022.mp3...

 

  1. Vísindalig grein um skerpikjøt - Lættlesilig grein á heimasíðuni hjá Setrinum 13. desembur

 

https://www.setur.fo/.../visindalig-grein-um-skerpikjot/

 

  1. Vísindaliga greinin

 

https://authors.elsevier.com/c/1gAvvcF3iBUdM

https://kvf.fo/.../12/15/granska-bakteriur-i-skerpikjoti

 

14:40 Helgi í Brekkunum

 

Seyðahald í Grønlandi – eitt nú sammett við áseyðatal í Norðoyggjum

 

15:00 Dorit Hansen & Guðrun Elttør

Eitt føroyskt mikrospinnarí sjálvandi

Spinnaríið í Klingrugarðinum skal vera eitt fullfíggjað mikrospinnaríið, har skitin, føroysk ull kemur inn, og lekkurt, dygdargott tógv kemur út. Knýtt at Spinnarínum verða góðar umstøður at skipa fyri skeiðum, verkstovum o.ø., har fólk kunnu hittast um skapandi, listarligt arbeiði.

 

Hetta er tað, sum nevndin í nýstovnaða Áhugafelagnum Spinnaríið ætlar og arbeiðir við. Og á Búnaðarstevnuni fara tey at greiða frá teimum ítøkiligu – stutttíðar og langtíðar – ætlanunum.

 

15:20 Framløgur liðnar – kaffi vm.

 

16:00 Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

 

Evni er:

 

Ársins orð 2022 – “Stuttflutt” – Hví og hvussu skulu vit menna hetta konsept á   burðardyggan hátt.

 

Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt

 

Pallborðsluttakarar:

 

• Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

• Sigurð í Jákupsstovu, stjóri Umvørvisstovan

• Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni 

• Sigert Patursson,  Bóndafelag Føroya

• Gutti Winther, kokkur.

• Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, Matkovin

 

18:00 Liðugt