? Um vit skulu halda áfram at gjalda bummpening, so verður Sundið framvegis gjørt til eina forðing, heldur Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin í Vágoynni.
? Fíggjarstøðan í Føroyum er so mikið batnað, at tað skuldi ikki verið neyðugt at goldið bummpening. Tað er væl møguligt at játta 20 milliónir krónur í nøkur ár afturat, soleiðis, at tær seinastu 80 milliónirnar eisini verða goldnar alment.
Verkætlanin fyri Vágatunnilin sigur, at 80 av teimum 240 milliónunum, sum tað kostar at gera tunnilin, skulu fíggjast við bummpeningini.
Samlað vegakerv
Marjus Dam heldur, at bummpeningur er sum ein tollmúrur, sum er ein forðing bæði hjá familjum og vinnu.
Vágatingmaðurin vildi heldur, at vit skuldu gjørt sum finlendingar, har allar brýr, tunlar, samferðsla við skipi og annað, verður sæð sum ein partur av finska vegakervinum, og tí eigur ein ikki at gjalda fyri nýtslu. Hann vísir eisini á, at onki verður kravt fyri at koyra um brúnna við Streymin, og tí eiga fólk heldur ikki at verða kravd eftir peningi, tá tey skulu til Vágarnar.
? Bummpeningur er sum ein tollmúrur, sum er ein forðing hjá bæði familjum og vinnu. Vit áttu at avtikið øll gjøld, og harvið játtað so mikið meira av peningi til Strandferðsluna, at tað skuldi verið bíligari at ferðast yvir firðir og sund. Sum er nú, er alt ov kostnaðarmikið bæði hjá familjum við fleiri børnum og hjá vinnuni at ferðast um sundið, sigur Marjus Dam.
Samstundis sum at tað skal verða ókeypis at koyra um Vestmannasund, heldur Marjus Dam, at hugt skuldi eisini verið eftir øllum prísbygnaðinum hjá Strandferðsluni.
? Landið hevði ongan veg farið, um prísurin varð skrúvaður niður, og eisini skuldu betri rabatskipanir verið gjørdar. Ístaðin fyri eitt 10-túrakort, so skuldi ein fingið eitt 100-túrakort ella kanska eitt hálvt ára kort fyri munandi betri prísir.
Ætlanin hjá tingmanninum er eisini at seta Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, fyrispurniing um evnið.
? Hetta er nakað, sum kann vera øllum samfelagnum at gagni, sigur Marjus Dam at enda.