Tað skal verður ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, tá ið lánið er afturgoldið. Tað stafestur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Eivin Jacobsen, tingmaður hevur biðið hann greið løgtinginum frá, hvussu verður við gjaldinum fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin.
Nógv hava ført fram, at tað hevur alla tíðina verið politiska ætlanin, at tá ið lánið er afturgoldið, skal koyringin verða ókeypis og tunnilin skal handast landinum. Men løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur boðað løgtinginum frá at tað verður ikki, tí at innskotið hjá landskassanum skal rindast aftur áðrenn talan kann verða um ókeypis koyring..
Men nú staðfestir Jørgen Niclasen, at soleiðis sum lógin og viðmerkingarnar eru orðað, kann tvídráttur verða um tulking av, nær tunnilin er útgoldin og kann avhendast landinum. Men hanm ger samstundis púra greitt, at hann fer at fylgja politiska viljanum og tí fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at fáa allan iva í lógini burtur.
Og samstundis skal sláast fast í uppskotinum, at einki bummgjald skal vera, eftir at lántøkan er afturgoldin, og tunnilin gerst ogn hjá landinum.
Jørgen Niclasen sigur, at eftir avtaluni skal seinasti avdráttur rindast 12. desember 2017. Hinvegin hvur tunlafelagið rinda lánið skjótari aftur fyri at fáa sum mest í rentu.
Hinvegin er eitt eftirsleip til asfaltering, samstundis sum pumpur ljós skulu skiftast og tí verður neyðugt at taka út aftur av láninum, sigur Jørgen Niclasen. Eftir avtaluni ber til at taka tað útaftur, sum er goldið ov nógv.
|










