Tað skuldi verið sjálvsagt, at tað rætta er, at lata fólk gjalda fyri at koyra á vegunum. Teir hava verið dýrir at gera og kosta nógv í viðlíkahaldi. Harafturat skulu teir javnt og samt uppgraderast; tann uppgávan verður aldrin liðug og kostar eisini nógv.
Optimali hátturin at leggja gjald á man vera við onkrari GNSS-baseraðari skipan (Global Navigation Satellite System, til dømis GPS). Onkur tílík skipan sigst at vera framleidd, til dømis hjá Skymeter Corporation. Við eini slíkari gerst møguligt hjá kommunum at leggja ymisk gjøld á, alt eftir hvar, koyrt verður – um kommunan ynskir tað. Land og kommunur kunnu so brúka somu skipan, men á ymsan hátt.
Tó, ein GNSS-baserað road pricing-skipan man vera dýr at fáa í gongd, men kann so eisini brúkast til ymiskt annað, til dømis parkeringsgjald.
Vit hava longu tøkniliga grundarlagið fyri eini einfaldari gjaldsskipan: gjaldsstøðirnar í undirsjóvartunlunum. Hesar kunnu tó illa brúkast innan fyri kommunumørk. Vegakervið er ov komplekst. Tær kunnu kortini brúkast á landsvegakervinum. Landsvegakervið verður býtt upp í strekkir við einum 3-5 smærri bygdum á hvørjum strekki, og størri plássini fyri seg. At koyra inn á eitt ávíst strekki eigur at kosta í mun til, millum annað, hvussu nógvir og langir tunlar eru á strekkinum. Um einkultu strekkini ikki eru ov long, koma mestsum øll, sum brúka vegakervið, at gjalda sín part. Bert tey, sum koyra stutt strekkir millum smærri bygdir sleppa undan. Hetta er munandi betur enn núverandi skipanin, har øll gjalda uttan mun til, um tey brúka vegakervið nógv ella als ikki.
Núverandi ófrívilliga »flat rate«-gjaldsskipanin leggur upp til, at fólk brúka vegakervið óansæð, um tað veruliga lønar seg hjá teimum ella samfelagnum.
Men ein skipan við gjaldstøðum kann illa brúkast inni í býunum. Um tað er ov dýrt at gera eina fullfíggjaða road pricing-skipan, kann ein kommuna í staðin leggja gjald á parkeringina í og í nánd av miðdeplum í býnum. Øll vanlig parkering eigur at vera gjørd til gjaldsparkering. Øll onnur parkering verður tíðaravmarkað, til dømis til eitt korter ella minni. Undantikið kann vera av- og áskipan. Sum undantak til hesi bæði sløgini av parkering, eigur at vera møguligt at langtíðarleiga ein parkeringsbás í nánd av egnum bústaði, um ikki ber til at hava parkering á egnari grund. Parallelt skulu virkir kunna leiga básar til arbeiðsbilar.
Verður so eisini forðað fyri gjøgnumkoyring í centralum økjum, er sloppið undan nógv tí mesta av óneyðugu ferðsluni. Á strategiskum støðum kann verða ásett, at bert bussar og hýruvognar sleppa gjøgnum – og sjálvsagt neyðsendarkoyring. Hesi støðini eiga at vera markaði við onkrum designi, sum er tað sama á øllum støðunum.
Kanska tað kortini er bíligari í longdini at fáa eina fullfíggjaða, satellit-baseraða skipan?









