FERÐSLA
Tað hendir ikki so sjáldan, at serliga lastbilar taka uppundir bummarnar, sum hanga undir loftinum á tunlunum. Uppgávan hjá hesum bummum er at verja fyri, at bilar ikki taka í turbinurnar undir tunnilsloftinum.
Í morgun var ein slík hending í Kaldbakstunlinum.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at greiða er fingin á hendingini í morgun, og at málið er loyst, eins og syrgt er fyri, at pettir av bumminum ikki hanga undan loftinum og órógva ferðsluna.
Tað er ógvuliga umráðandi, sigur løgreglan, at bilførarar, sum skuldu komið soleiðis fyri, at bilurin rakar í ein bumm undir tunnilsloftinum, lata hoyra frá sær.
- Um boðað ikki verður frá slíkum, kunnu endarnir av brotnu bummunum hanga niður og skaða aðrar bilar, sum koyra ígjøgnum tunnilin, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.