Bumbuspreinging í Tel Aviv

Í minsta lagi 10 fólk fingu skaða, tá ein bumba brast við ein buss í miðbýnum í ísraelska býnum Tel Aviv í dag. Sjúkrahúskeldur siga, at trý av teimum tíggju hava fingið stóran skaða.

Tíðindastovurnar skriva, at í Gaza skutu menn upp í loft, tá tíðindini um bumbuna í Tel aviv komu hagar.

Tann seinasta álvarssama bumbuatsóknin at Tel Aviv var í apríl í 2006, tá ein palestinskur sjálvmorðsbumbumaður drap 11 fólk á einari bussstøð í miðbýnum.