Bumbur kravt 56 mannalív í Bagdad

Hóast tiltøk hjá amerikonskum og irakskum hermonnum heldur blóðugi ófriðurin í Bagdad fram. Einki bendir á, at tað hevur eydnast amerikanska herinum og iraksku myndugleikunum at tryggja frið í Bagdad.

Fyrrapartin brustu tvær bilbumur í shiamuslimska partinum av býnum, og sambært løgregluni kravdu tær minst 56 mannalív. Umleið 120 onnur fingu skaða.

Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av bumbuspreingingunum, men løgreglan ivast ikki í, at tað vóru sunnimuslimskir uppreistrarmenn, sum løgdu tær.