Bumbur kravt 52 mannalív

Í dag er halgidagur í Afghanistan, og hann brúktu yvirgangsmenn til at spreingja tríggjar bumbur, sum hava kravt nógv mannalív. Í høvuðsstaðnum Kabul doyðu 48 fólk, og umleið 100 fólk vórðu løstað, tá ein bumba brast uttan fyri eitt tempul.

Myndugleikarnir siga, at tað er ikki greitt, hvør skipaði fyri teirri ógvusligu spreingingini, og enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av henni.

Í býnum Mazar-i-Sharif har norðuri í landinuum doyðu fýra fólk, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina, og í Kandahar har suðuri í landinum vórðu fýra fólk løstað av einari sjálvmorðsbumbu.