Bumbur í Bagdad kravt 50 mannalív

Tvær bumbur brustu beint eftir ein fótbóltsdyst ímillum Irak og Suðurkorea seinnapartin. Fólk fagnaðu irakska landsliðnum, sum júst hevði vunnið á Suðurkorea, men fagnaðurin fekk ein báðan enda, tá tvær bilbumbur brustu mitt í øllum fagnaðinum.

Myndugleikarnir siga, at minst 50 fólk eru deyð, og at umleið 135 hava fingið skaða av bumbunum.

Fótbóltsdysturin í Bagdad í dag var hálvfinala í kappingini um asiatiska meistaraheitið fyri landslið. Úrslitið varð, at Irak vann 4-3 á Suðurkorea aftan á brotssparkskapping.