Bumbumenn skulu takast av døgum

Deyðadómarnir ímóti monnunum, sum løgdu bumburnar á Bali, verða nú fullførdir Teir tríggir menninir, sum eru dømdir til deyða fyri at hava skipað fyri bumbuatsóknini á oynni Bali fyri seks árum síðani, verða tiknir av døgum fyrst í næsta mánað.

Menninir eru indonesiskir ríkisborgarar og limir í yvirgangsfelagsskapinum Jemaah Islamiah, sum átók sær ábyrgdina av atsóknini.

202 fólk, tey flestu útlendsk ferðafólk, doyðu í bumbuspreingingunum á Bali í oktober í 2002.