Myndugleikarnir í Sýrialandi siga, at teir hava tikið ein mann, sum teir skuldseta fyri at hava skipað fyri bumbuatsóknini í síðstu viku, tá fýra av teimum fremstu monnunum hjá Assad-stýrinum doyðu. Tað skrivar Reuters frá iransku tíðindastovuni Farc.
Sambært tíðindunum arbeiddi maðurin hjá teirri tjóðskaparligu trygdartænastuni, og tað var í bygninginum hjá hesari tænastuni, at bumban brast. Tey fyrstu tíðindini aftan á atsóknina søgdu, at talan var um ein sjálvmorðsbumbumann, men tað bleiv seinni avsannað.
Tann ógvusliga spreingingin í Damaskus kostaði verjumálaráðharranum, leiðaranum í fregnartænastuni, einum generali og einum svági forsetans lívið.










