Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, var staddur á Christiansborg, tá løgreglumenn í hópatali møttu upp, og sigur, at tað merktist væl, at okkurt var á vási.
- Her er fult av hundum, politistum og byrsum, men vit hava ikki fingið nakra serliga kunning um, hvat tað snýr seg um, annað enn tað, sum er at lesa í fjølmiðlunum longu, segði fólkatingsmaðurin, tá in.fo tosaði við hann fyri løtu síðani.
Løgreglan í Keypmannahavn hevur fyrr í dag handtikið ein mann uttan fyri Christiansborg, sum teir mettu uppførdi seg illgrunavert.
Illgruni var um, at hann hevði verið inni á Christiansborg og lagt ein pakka frá sær, møguliga eina bumbu, og tí vóru bumburuddarar og løgreglumenn frá anti-terrordeildini hjá donsku løgregluni tilkallaðir. Danskir miðlar skriva, at talan var um eina sonevnda beltitasku, sum teir høvdu illgruna til.
- Ein týskur ferðamaður hevði sæð gular leidningar hanga út úr beltitaskuni hjá hesum manninum, og tí varð viðkomandi handtikin, skrivar Ekstrablaðið.
Sjúrður Skaale greiddi frá, at hurðin inn á Christiansborg var læst, men at fólkini inni á Christiansborg ikki vóru rikin út. Fyri lítlari løtu síðani var alt avblást.