Gaman í var talan bert um venjingardyst, men kortini er talan um eina tí størstu grannauppgerðina í europiskum fótbólti.
Týskland og Holland hava spælt fleiri minniligar fótbóltsdystir, og ikki minst er talan hjá hollendingum um ein tann týdningarmesta dystin av øllum, tá Týskland stendur hinumegin miðlinjuna.
Ætlandi skuldi dysturin í Hannover byrja klokkan 19.45, men av trygdarávum er dystuin avlýstur, hevur týska løgreglan upplýst fyri tíðindastovunum,
Volker Kluwe, sum er løgregluovasti í Hannover, sigur, at tey hava fingið ítøkiligar hóttanir um bumbuspreingingar.
- Hetta er ikki bert galdandi fyri stadion. Tað er ítøkiligur vandi fyri, at okkurt brestur onkrastaðni í Hannover, segði Kluwe við NDR.
Eisini í Belgia er ætlaði venjingardysturin millum Belgia og Spania avlýstur av ótta fyri yvirgangsatsóknum. Hinvegin verður roknað við, at dysturin á Wembley millum Ongland og Frakland verður spældur.