Bumbuhóttan í Stockholm

Løgreglan í Stockholm hevur avbyrgt ein part av býnum eftir eina bumbuhóttan.

Sambært svenskum fjølmiðlum kom maðurin inn í eini hús á Stora Nygatan í Gamla Stan og boðaði frá, at hann hevði eina bumbu uppi á sær. Í húsunum er millum annað floksskrivstovan hjá Moderaterna. Tað skrivar Svenska Dagbladet.

 

Svein-Erik Olsson hjá løgregluni sigur fyri Aftonbladet, at maðurin er komin við hóttanum ímóti Moderaterna og sosialdemokratiska flokkinum.

 

Løgreglan sigur, at fólk eru farin úr fleiri húsum í grannalagnum, og at allir vegirnir har eru stongdir.

 

Bumbumaðurin er nú einsamallur í hølunum í Stora Nygaten, og løgreglan hevur fingið samband við hann. Men sum skilst veit løgreglan ikki, hvør maðurin er.