Bumbuhóttan í Odense

Partur av miðbýnum í Odense avbyrgdur og fólk flutt burtur.

Ein bumbuhóttan hevur elvt til, at partur av miðbýnum í Odense eru avbyrgdur. Eisini er fólk biðin um at fara úr húsum sínum. 

 

Tað er í økinum um eini høli hjá jobcentret í Odense. Politiið fekk fráboðan um hóttanina klokkan 12.36 føroyska tíð.

 

Bumburuddarar og bumbuhundar eru á veg til Odense. Seinastu løtuna hevur politiið víðkað avbyrgda økið.

 

Enn er eingin kunning komin um, hvat liggur í hóttanini.