Bumbuhóttan steingir danskan miðnámsskúla

Studentaskúlin Alssundgymnasiet í Sønderborg varð í morgun tømdur fyri næmingar og latin aftur, eftir at skúlin hevði fingið eina bumbuhóttan umvegis teldupost.

Fleiri danskir miðlar skriva í morgun, at at løgreglan flutti næmingar burtur av skúlaøkinum, og at eingin sleppur inn á økið aftur fyribils. Avbyrgingin hevur eisini havt ávirkan á ferðsluna kring skúlan.

Vakthavandi fyri løgregluna í Suðurjútlandi sigur við TV-SYD, at trygdin kemur í fremstu røð, og uppgávan hjá løgregluni nú er at avbyrgja økið og tryggja sær, at eingin er inni í skúlanum, meðan kannað verður, um ein bumba faktiskt er har.

Samstundis sigur Jeppe Kragesen, rektari á skúlanum, at KT fólk skúlans í løtuni kanna, hvaðani telduposturin varð sendur.

461 næmingar lesa á studentaskúlanum Alssundgymnasiet, ið er stongdur restina av degnum.