Ein partur av teirri stóru JFK-floghavnini í New York bleiv stongdur´fyri flogferðslu í gjárkvøldið eftir eina bumbuhóttan.
CNN sigur frá myndugleikunum, at ein ókend kvinna ringdi við einari bumbuhóttan.
Serdeildir hjá løgregluni og fólk frá tilbúgvingini komu á staðið beinanvegin, men tá eingin bumba var at finna, bleiv floghavnin latin upp aftur fyri ferðslu.
Dagurin í gjár var amerikanskur tjóðardagur, og vanliga ferðast nógvir amerikanarar júst hendan dagin. Tað hevur eisini fingið myndugleikarnar at økja trygdareftirlitið í øllum floghavnum tjóðardagin.










