Kanadisku myndugleikarnir fingu í gjár boð um, at ein bumba var umborð á einum ferðamannaflogfari, sum var á veg úr Hong Kong til Vancouver í Kanada. Myndugleikarnir tóku ávaringina í størsta álvara og sendu tvey jagaraflogfør avstað at fylgja tí bumbuhótta flogfarinum.
Ferðamannaflogfarið setti seg í Vancouver í øllum góðum, og løgreglumenn, sum fóru umborð at leita, funnu onga bumbu, skrivar Reuters.
Kanadiska løgreglan sigur, at ein maður ringdi og boðaði frá bumbuni, men enn er eingin tikin í sambandi við tilburðin.