Norska flogfelagið, Widerøe, upplýsir, at seinnapartin í dag kom ein bumbuhóttan ímóti flogvøllinum í Hammerfest, ið tó vístu seg at vera ein følsk hóttan.
Bæði ferðafólk og starvsfólk á flogvøllinum blivu tó evakuerað, so tey vóru í tryggari frástøðu, skuldi nakað hent.
Tað vóru Securitas-vaktarfólk í trygdareftirlitinum, sum hoyrdu okkurt, ið tey uppfataðu sum eina hóttan, og tey róptu beinanvegin varskó, sum trygdarreglurnar á flogvøllinum fyriskrivað.
Umleið 40 ferðafólk og átta starvsfólk blivu evakuerað, sigur flogvallarstjórin við norska kringvarpið, NRK.
Tá avtornaði, vísti tað seg at vera vánaligt skemt og eingin hóttan, men politiið kannar málið. Eingin av teimum, sum eru undir illgruna, vil tó viðganga, at nakar hevur skemtað við eini bumbuhóttan.