Eitt amerikanskt bumbuflogfar av slagnum B52 er dottið niður í Kyrrahavið Amerikanska verjumálaráðið sigur, at seks fólk vóru í flogfarinum, sum datt niður nærhendis oynni Guam har vesturi í Kyrrahavinum. Sagt verður, at tvey fólk eru funnin, men einki verður sagt um, hvørt tey vóru á lívi ella ikki.
Flogfarið var úr einari deild, sum hevur støð í statinum Louisiana, men tað var komið til Guam í sambandi við eina flogsýning har.
Hetta er annað amerikanska stríðsflogfarið, sum er dottið niður við Guam í ár. Í februar datt eitt bumbuflogfar av slagnum B2 niður, beint eftir at tað var farið á flog av hernaðarflogvøllinum á Guam.