Bumbubrøður drupu donsku børnini

Danska Ekstra Bladet veit at siga frá politikeldum á Sri Lanka, at tað var ein maður í 20'unum, sum sprongdi seg sjálvan í luftina á tí gistingarhúsinum, sum danski ríkmaðurin, Anders Holch Povlsen búði á við familju síni.

Mitt í køini við morgunmatarbuffe'ina á Hotel Shangri-La á Sri Lanka sprongdin ein maður úr býnum seg sjálvan í luftina.
Maðurin, sum sambært fronsku tíðindastovuni AFP er sonur ein vælkendan kryddaríhandilsmann í srilanska høvuðsstaðnum, Colombo, tók millum annað tey trý donsku børnini við sær í deyðan.
Politikeldur siga eisini við tíðindastovuna, at bróðir hendan bumbumannin sprongdi seg sjálvan í luftina á Cinnamon Spice-hotellinum, sum eisini er í Colombo.
Nøvn teirra halda myndugleikarnir enn loynilig.