Løgreglan í Keypmannahavn hevur nú avblást ávaringina um eina møguliga bumbu á Høvuðsjarnbreytarstøðini.
Ávaringin kom, eftir at ein maður og ein kvinna høvdu sett ein pakka frá sær, og tí vitni hoyrdu kvinnuna spyrja mannin, um hann var vísur í, at pakkin stóð á røttum stað. Løgreglan hevur kannað pakkan, og í honum var ein bilakkumolatorur og nøkur viskarabløð til bilar.
Løgreglan gjørdi av at steðga allari ferðslu til og frá jarnbreytarstøðini, men nú er feråðslan byrjað aftur.