Bumba við amerikanska sendistovu

Í minsta lagi trý fólk doyðu, og fleiri vórðu særd, tá ein bumba brast beint við amerikonsku sendistovuna í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, um middagsleitið. Sambært fronsku tíðiondastovuni vóru tað tveir vaktarmenn, sum doyðu.

Turkiska løgreglan sigur, at tað var helst ein sjálvmorðsbumbumaður, sum sprongdi bumbuna og seg sjálvan í luftina, tí løgreglan hevur funnið likamslutir á staðnum.

Turkiskir fjølmiðlar skriva, at myndugleikarnir bera ótta fyri fleiri slíkum atsóknum.