-Flogvápnið bumbar bygdir við sivilfólki í einari roynd at revsa uppreistrarmenninar. Eg sá, at flogfør av Antonov-slagnum blivu gjørd klár til álop, sigur finski ES-umboðsmaðurin í Darfur, Pekka Haavisto, við tíðindastovuna Reuters. Hann sigur seg hava fingið at vita, at børn niður í trý ára aldur hava latið lív í loftálopunum.
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, legði fyrr í vikuni sudansku stjórnina undir at fara alt ov harðliga fram. Stjórnin sigur, at hon hevur sent hermenn til Darfur at tryggja friðin, nú hermenninir hjá Afrikanska Eindarfelagsskapinum eru farnir haðani, men sambært Kofi Annan hava teir sudansku stjórnarhermenninir ikki tryggjað friðin. Tvørturímóti.
Trygdarráðið hjá ST hevur samtykt at senda 20.000 hermenn til Darfur, men sudanska stjórnin sigur, at hon fer at senda stjórnarherin eftir ST-hermonnunum, koma teir hagar. USA hevur hótt við at seta hart ímóti hørðum, men higartil hevur sudanska stjórnin ikki latið hóttanina við seg koma.
Sudansku álopini í seinastuni hava sambært FAO havt við sær, at tey svøltandi í Darfur fáa ikki mat longur. Tað gjørdi millum annað, at í august fingu 350.000 fólk onga neyðhjálp.