Beint sum Elizabth bretadrotning kemur til Írlands at vitja, hevur írska løgreglan funnið eina heimagjørda bumbu í einum bussi. Løgreglan sigur, at bumban lvarð funnin í gjárkvøldið í einum bussi í býnum Maynooth, sum er einar 25 kilometer frá Dublin.
Írski herurin hevur beint fyri bumbuni.
Írsku og bretsku myndugleikarnir bera ótta fyri, at leivdir av tí gamla IRA fara at gera um seg í sambandi við vitjanina hjá Elizabeth drotning.
Kongshúsið kunngjørdi í morgun, at ferður verður fullførd hóast bumbuna í Maynooth.