Bumba kravt 47 mannalív

Í minsta lagi 47 fólk doyðu, og 20 fingu skaða, tá ein fjarstýrd bumba brast í pakistanska býnum Quetta (myndin) í dag. Quettaer har vesturi í Pakistan ikki langt frá afghanska markinum.

Myndugleikarnir siga, at bumban lá í einum bygningi, sum hýsti einum sølutorgi, og at bygningurin rapaði av teirri hørðu spreingingini.

Tey flestu í Quetta eru shiamuslimar, og myndugleikarnir siga, at tað var ikki av tilvild, at bumban brast í einum shiamuslimskum býi. Umleið 20 prosent av pakistanska fólkinum eru shiamulsimar, og tað seinasta árið hava fleiri blóðugar bumbuatsóknir verið í shiamuslimskum býum og býlingum.

Tann 10. januar doyðu 92 fólk, tá tveir sjálvmorðsbumbumenn sprongdu seg í luftina mitt í einari shiamuslimskari mannamúgvu í Quetta.