Ein ógvuslig spreinging á einari kaffistovu í marokkanska býnum Marrakesh í dag kravdi 14 mannalív, og umleið 20 fólk vórðu særd. Sambært myndugleikunum eru útlendingar ímillum tey deyðu og særdu.
Tey fyrstu tíðindini frá bjargingarliðunum í Marrakesh søgdu, at spreingingin stóðst av einum gassleka, men seinni segði ein talsmaður fyri myndugleikarnar, at talan var um eina brotsgerð.
Eygnavitni hava sagt tíðindastovuni MAP, at næstan øll, sum doyðu ella vórðu særd, eru útlendingar, men tey tíðindini hava myndugleikarnir ikki váttað. MAP skrivar, at Argana-kaffistovan er vanligt tilhaldsstað hjá útlendskum ferðamonnum.