59 Tomahawk rakettir frá tveimum amerikanskum hernaðarskipum í Miðjarðarhavinum raktu í nátt ein hernaðarflogvøll hjá stjórnarherinum í Sýria. Álopið hendi í kjalarvørrinum av, at sýriski herurin er undir illgruna fyri at hava brúkt kemisk vápn, ið hava dripið fleiri sivil, harímillum børn og kvinnur.
Tað var amerikanski forsetin Donald Trump, ið tveir dagar eftir, at hava fordømt nýtsluna av kemiskum vápnum, gav grønt ljós fyri at bumba sýriska hernaðarflogvøllin, ið varð brúktur í álopinum. Sýriskir myndugleikar upplýsa, at seks fólk doyðu í álopinum.
Hóast borgarakríggið í Sýria hevur vart í seks ár, og fleiri av heimsins londum hava lagt uppí á ymiskan hátt, so er talan um fyrsta beinleiðis álopið hjá USA á stjórnina á Bashar al-Assad.
Amerikanski forsetin, sum í valstríðnum ikki stuðlaði beinleiðis álopum á Sýria, legði eftir álopið dent á, at man hevur roynt at loyst borgarakríggið við diplomati, men tá tað ikki hevur eydnast, so var neyðugt at senda ein sterkari boðskap.
- Tað er eingin ivi um, at Sýria brúki ólóglig kemisk vápn, brutu teirra skyldur í samband við Kemiska Vápna konventiónina og lurtaðu ikki eftir áheitanunum frá Trygdarráðnum hjá ST. Fleiri ára royndir at broyta atferðina hjá Assad, hava als ikki eydnast, segði Donald Trump eftir álopið.
Tað er ymiskt hvussu heimurin hevur reagera upp á álopið. Uppreistrarbólkar og andstøðan í Sýria fegnast um, at brúkið av kemiskum vápnum hevur fingið avleiðingar, umframt at Frakland, Týskland, Bretland, Turkaland, Ísrael og Saudi-Arabia hava víst stuðul.
Russland og Iran hava tó bæði fordømt álopunum, og hevur Russland longu tikið diplomatiskt stig til at revsa USA fyri álopið.










