Bumban, sum varð funnin nærhendis Piccadilly Circus, er tikin sundur, og løgreglan leitar nú eftir einum manni. Løgreglan í London sigur, at klokkan eitt í nátt komu boð um, at ein bumba lá í einum bili í The Haymarket. Boð vórðu alt fyri eitt send eftir serfrøðingum, og tað eydnaðist teimum at taka bumbuna sundur, áðrenn hon brast.
Alt økið við The Haymarket var avbyrgt, meðan serfrøðingarnir fingust við at taka bumbuna sundur. Undirgrundarstøðin Piccadilly Circus, sum er nærhendis The Haymarket, er opin, men nakrir vegir til støðina eru avbyrgdir.
Tann 7. juli í 2005 kravdu bumbur 52 mannalív í London.










