Ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina nærhendis høvuðsstøðini hjá pakistanska herinum í Rawalpindi í morgun Myndugleikarnir siga, at Pervez Musharaf, forseti, var á høvuðsstøðini, tá bumban brast, men at hann fekk ongan skaða, hóast spreingingin var sera hørð og kravdi minst sjey mannalív.
Musharaf er undir hørðum trýsti, tí hann framvegis er ovasti fyri herinum og forseti. Andstøðan vil vera við, at tað er í stríð við landsins grundlóg.
Forsetin er eisini undir trýsti orsakað av samstarvinum við USA í bardaganum ímóti yvirgangi. Nógvir pakistanar halda, at Musharaf er ørindasveinur hjá amerikanska forsetanum.