Minst 27 doyðu, tá ein bussur hjá afghanska herinum fór í luftina í høvuðsstaðnum Kabul í morgun Bumban brast, beint eftir at nógvir hermenn vóru komnir upp í bussin, og spreingingin var so hørð, at bussurin varð kvettur tvørturav.
Tey fyrstu tíðindini søgdu, at talan var um eina sjálvmorðsbumbuatsókn, men seinni varð sagt, at talan kanska var um eina óvanliga sterka minu.
Tað seinasta hálva árið hevur Taliban skipað fyri fleiri sjálvmorðsatsóknum, sum serliga hava verið vendar ímóti afghonskum og útlendskum hermonnum.










