Bumba í danska valstríðnum

Ekstrablaðið leggur í dag politiska framsøgumannin hjá Sosialdemokratunum undir at hava verið njósnari hjá Vinstra upp undir seinasta fólkatingsval Ekstrablaðið vil vera við, at Henrik Sass Larsen, sum er politiskur framsøgumaður hjá Sosialdemokratunum og ein tann fremsti stuðulin hjá Helle Thorning Schmidt, hjálpti Vinstra og Anders Fogh Rasmussen undir valstríðnum í 2005.

Grundgevingin var sambært blaðnum, at Henrik Sass Larsen vildi ikki hava táverandi sosialdemokratiska formannin, Mogens Lykketorft, til forsætisráðharra. Tí greiddi hann umboðum fyri Vinstra frá teimum innangýsis ætlanum, sum Sosialdemokratarnir løgdu undir valstríðnum.

Sambært Ekstrablaðnum var tað vinstramaðurin Jens Rohde, sum fekk upplýsingarnar frá Henrik Sass Larsen, og Jens Rhode váttar tíðindini fyri blaðnum. Ekstrablaðið vil eisini vera við, at táverandi kunningarleiðarin hjá Vinstra, Mikkel Faurholdt, var millummaður, men tað avsannar hann í dag.

Henrik Sass Larsen og Mogens Lykketoft vísa aftur tí, sum Ekstrablaðið skrivar.

-Hatta er púra burturvið, sigur Henrik Sass Larsen.