Ein genta doyði, og minst seks onnur fólk fingu skaða, tá ein bumba brast uttan fyri ein vinnuskúla í býnum Brindisi har suðuri í Italia í morgun.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at gentan og hini seks vóru næmingar í skúlanum. Ein embætismaður í Brindisi sigur við sjónvarpið Sky TG24, av tvey av teimum seks hava fingið stóran skaða.
Sambært blaðnum Republica brast bumba uttan fyri vinuskúlan Francesca Morvillo Falcone, júst sum næmingarnir vóru á veg inn í skúlastovuna stutt fyri klokkan sjey okkara tíð.









