Bulurin á liðnum hjá KÍF heldur fram

(Frá Rás2) Hoyr Guðruna L. Joensen, liðskipara taka samanum eitt kappingarár við tveimum taptum finalum

Hetta gjørdist kappingarárið har KÍF tvær dróg svartaper sum tapandi liðið í tveimum finalum. Í dag í FM-finaluni ímóti Drátti, og seinast í februar í steypafinaluni ímóti TB.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við liðskiparan hjá KÍF, Guðruna L. Joensen, sum hóast alt kann fegnast um, at KÍF leikliga stóð seg nógv betur í dag enn í tí fyrru FM-finaluni skírisdag.

 

Guðrun L. Joensen er tó vónrík um framtíðina. Rannvá Dam gevst, men annars verður bulurin á liðnum tann sami. Guðrun staðfestir eisini, at tað sær gott út hjá KÍF í teimum yngru deildunum, so framtíðin hjá KÌF er bjørt.