Bulgarska landsliðið hevur fingið boð um, at komandi tveir dystirnir í EM undakappingini verða spældir fyri tómum leikvølli.
Uefa hevur givið Bulgaria revsingina, eftir at bulgarsk viðhaldsfólk sýndu rasistiskan atburð móti enska landsliðnum, tá liðini møttust í Sofia fyri nøkrum vikum síðani.
Ongland smurdi Bulgaria av heili 0-6, men hetta tóktiskt ikki at ræða bulgarsku viðhaldsfólkunum frá at rópa apu-róp og gera nazi-heilsanir frá áskoðaraplássunum. Undir dystinum vóru eisini fleiri av vaktunum á leikvøllunum, ið tóku gulu vestarnar av og fóru at rópa saman við viðhaldsfólkunum.
Í dystinum móti Onglandi var leikvøllurin eisini partvís afturlatin, tí Bulgaria hevði longu frammanundan fingið revsing frá Uefa fyri rasistiskan atburð í dystunum móti Kekkia og Kosovo í juni mánaða.
Kick it out, ið er felagsskapur móti rasismu í fótbólti, heldur tó lítið um revsingina frá Uefa, ið felagsskapurin metir vera ov linan. Kick it out sigur í tíðindaskrivi, at hetta hevði verið upplagt høvið hjá Uefa at vísa, at tílíkur atburður kann ikki góðtakast, og at rættast hevði verið, um Bulgaria fekk forboð fyri at taka lut í EM í 2020.
Bulgaria hevur ongan møguleika at spæla seg víðari til EM umvegis undankappingina, sum er í løtuni. Bulgaria liggur næstaftast í bólkinum, og kann ikki spæla seg upp um markið.
Hinvegin kann Bulgaria kortini spæla seg víðari til EM umvegis úrslitini, ið liðið fekk í Nations League í fjør.