Bulgaria er heitasta ferðamálið

Bæði á Faroe Travel í Havn og á Fonn flog í Klaksvík, siga tey, at tað, hóast byrjandi lágkonjunkturin, eru støðugt fleiri fólk, ið ferðast. Nógv tann størsti parturin fer til Danmarkar, men tá tað kemur til charter túrar, er Bulgaria absolut heitasta navnið.

Á Faroe Travel í Havn og í Fonn flog í Klaksvík hava tey í hesum døgum úr at gera. Føroyingar vilja nevniliga sleppa at ferðast, og tað skal vera uttanlands. Bæði í Havn og í Klaksvík siga tey, at at um summarið er bróðurparturin av ferðaseðlunum til Danmarkar.
? Vit selja sjálvandi nógvar ferðir suðureftir eisini, men tað vísir seg, at um veðrið er gott í Danmark, so vilja fólk gjarna sleppa niður. Ofta vísir tað seg, at tey heldur velja at fara suðureftir um heystið og veturin. Tá er talið av chartertúrum ógvuliga høgt, siga tey.
Tey greiða bæði frá, at veðrið hevur eina stóra ávirkan á føroyingar og ferðavanarnar. Men tað tykist tó vera púra ymiskt hvat tað er fyri veður, sum ávirkar.
Í Havn siga tey, at tað eru nógv, ið fara suðureftir til sólina, um veðrið er ringt herheima og í Danmark. Tá summarmjørkin liggur tungur yvir Havnini, vilja fólk sleppa avstað. Í Klaksvík verður sagt, at tey ikki hava henda tunga mjørkan, sum liggur alt summarið. Har er tað tvørturímóti tá sólin skínur, at fólk fara at brellast eftir syðri horisontum. Í báðum førum er tað tá er Bulgaria, sum fyri nøkrum árum blómaði sum ferðamál, ið veruliga er heita navnið.
? Bæði Bulgaria og Turkaland eru sera væl umtókt, tá tað kemur til charter túrar. Og tað eru bæði familjur og ungfólk í bólkum, sum fara avstað. Men summi vilja heldur til Mallorca og Rhodos, har tey hava verið fyrr. Tað kennist so deiliga trygt fyri summi at koma aftur til kendar umstøður ár eftir ár. Tað er smag og behag. Summi vilja jú eisini royna nakað nýtt hvørt summar, og ynskja ikki at fara aftur higar, sum tey longu hava verið.

Ung Rejs túrarnir
Tá ferðastovurnar verða spurdar um UNG REJS ferðirnar, ið hava verið nógv umtalaðar og viðgjørdar, eru svarini eins.
? Nei, tað verður ikki so nógv bílagt av teimum ferðunum. Tað er okkurt, men tað er sum so einki at tosa um, greiða tey frá.
Á Faroe Travel siga tey, at tey undanfarin ár hava selt nógvar UNG REJS ferðir, men at talið er dalað markant í ár. Grundgevingin kann vera, at hetta slagið av ferðum, ið er fyri ungdóm ímillum 16-26 ár, hevur fingið ringa umtalu. Serliga var tað ein blaðgrein í fjør, ið var negativ um hesar ferðirnar. So tað kann vera, at foreldrini heilt einfalt ikki vilja loyva børnunum avstað. Tað eru nevniliga fyriskipaðir túrar, ið seta fokus á ungdóms- og náttarlív, og tað sigst ganga hart fyri seg.
Í Klaksvík verður sagt, at minkandi áhugin fyri hesum ungdómsferðunum kanska skyldast, at føroyskir ungdómar heldur ynskja at slappa av og taka tað róligt í frítíðini, heldur enn at fylgja einum strømmum skema, ið koyrir við fullari ferð allatíðina.
Báðar ferðaskrivstovur siga, at tey ferðandi sum heild eru javnt býtt ímillum aldursbólkarnar. Bæði pensjonistar, familjur við smáum børnum og ung fólk fara avstað um summarið. Og talið av seldum ferðaseðlum bara veksur ár um ár.
? Tey siga, at tíðirnar fara at gerast verri nú, men tað merkja vit einki til. Fólk ferðast akkurát tað sama, kanska enntá eitt sindur meir. Tað kann vera, at tey vilja fara áðrenn ringu tíðirnar koma, tað veit eg ikki, men vit merkja so einki til tað í ár, verður sagt á Faroe Travel.