Buldur og brak í PunkMiðStøðini

SMS verður fríggjadagin og leygardagin til PMS, tá punkbólkurin The Dreams spælir ikki færri enn fýra konsertir í PunkMiðStøðini. Fyrr hava 200 spælt sera væl eydnaðar punk konsertir í hesum ósannlíka og sera ópunkutta spælistaðið


 
The Dreams gjørdist kendur við síni luttøku í sendingini MTV A Cut,  har bólkurin spældi seg fram ímillum 3 teir bestu nýggju bólkarnar í Evropa sambært songkvinnuni Anastaciu og einum fyrrverandi A&R manni hjá Sony.
 
Tað skilst á umboðsmanninum hjá The Dreams, at bólkurin arbeiðir miðvíst fyri at troyta teir møguleikar, ið luttøkan í MTV sendingini gav teimum. Hetta arbeiðið fer vónandi skjótt at geva avkast. Í meðan vit bíða eftir altjóða gjøgnumbrotinum og ikki minst eini fløgu við teirra óvanliga fangandi punki, kunnu vit punka við teimum á torginum í SMS fríggjadagin kl. 13.30 og 18 og leygardagin kl. 12 og 15.