Tað er ikki meiri enn ein mánaði síðani, at ein hervilig ódn herjaði alt landið. Og nú er líkt til, at tað eisini verður rættiligt innandura veður á jólum, tí høgtíðin fer at verða merkt at rættiliga nógvum vindi.
Tað eru ódnirnar Cato og Dagmar, sum gera um seg og tær elva til heilt nógvan vind í kvøld og serliga í morgin.
Í kvøld siga veðurstøðirnar upp í 28 metrar um sekundið, men í nátt minkar hann eitt sindur.
Men í morgin brennur hann á aftur og seinnapartin sigur danska veðurstovan heilt upp í 30 metrar um sekundið, onkustaðni heilt upp á 33 metrar um sekundið.
Enn verri sær út á norsku veðurstøðini, Yr, tí tey siga heilt upp í 42 metrar um sekundið.
Men tá er ikki lagt upp fyri, at tað kann vera væl meiri vindur í hvirlunum.
Tað verður ikki fyrrenn út ímóti midnátt í annaðkvøld, at hann minkar vindin aftur.
Ættin verður rundan um vestan, úr útsynningi upp í útnyrðing og mesti vinduri verður væntandi í Suðuroy.