- Hetta er lívið!
Tað skrivar skiparin á Klakki, Líggjas Johannesen, nú teir baksa við langa teinin yvir á Flemmish Kap.
Nøkur frystilínuskip, eitt nú Klakkur, Eivind og Kambur, eru á veg yvir á Flemmish Kap at fiska tosk.
Hetta er ringasta árstíð til veður, og á ferðini vestur eftir hava skipini ivaleyst siglt seg í fleiri lágtrýst, sum eru komin "buldrandi" hendavegin.
Á sínari facebook-síðu sigur skiparin í gjár, at teir hava siglt í fýra samdøgur, men enn eru 2/3 eftir av teininum.
- Eg eri sera spentur og ótolin eftir at byrja fiskaríið, sigur royndi og dugnaligi línuskiparin, Líggjas Johannesen, sum eisini hevur lagt viðheftu mynd út á sína facebook-síðu.
Á myndini sær veðrið ikki serliga tespiligt út.