Buksurnar hálaðar longri upp á Smyrli

Nú Smyril er komin aftur í sigling, hava suðuroyingar verið noyddur at vant seg við, at hann hevur fingið nýggjan lit.
Eftir at Strandfaraskipini hava verið svørt og hvít í mansaldrar, gjørdi Strandferðslan fyri nøkrum árum síðani av at skifta lit.Síðani hava øll skipini fingið ein meiri nýmótans myrkabláan lit ístaðin fyri tann svarta, og nú Smyril eisini er málaður, eru øll skipini í strandferðsluflotanum blá.
Samstundis er tann blái liturin togaður longri upp á skipið, so at tann hvíti liturin samstundis verður smalari. Ella sum onkur tók til í skemti: Tey hava hála buksurnar á Smyrli longri upp!!!.
Tað liggur ongin serligur týdningur í tí bláa litinum, men snotilig eru skipini blivin og av tí, at tann blái liturin er hálaður longri upp, fær tað skipið at síggja styttri út.

Smyril aftur í dokk í heyst
Men fyribils verður tað ikki so leingi, at Suðuroyingar kunnu fegnast um at hava Smyril í sigling, tí hann skal longu í dokk aftur í heyst.
Nú hann lá í dokkini á Skála, varnaðust tey, at tær báðar finnurnar - stabilisatorararnir- ikki virka, sum ætlanin er.
Finnurnar gera, at skipið ikki rullar so illa í aldusjógvi og hava tískil stóran týdning fyri møguleikarnar at flyta tungan flutning um veturin og fyri komfortin annars umborð.
Tí verður neyðugt at fáa Smyril aftur í dokk í heyst, áðrenn veturin byrjar og tað fer væntandi at taka einar fýra vikur at umvæla finnurnar.
Tað tekur tríggjar mánaðir at fáa teir eykalutirnir, sum skulu setast í finnurnar. Tí hevur Strandferðslan avtalað við klassan, at Smyril sleppur at sigla í summar, men síðan skulu finnurnar umvælast. Samstundis er skipsmeklari biðin um at leita eftir einari hóskandi avloysaraferju fyri Smyril, men enn er ongin ferja funnin.