Bukaður sundur og saman tríggjar ferðir somu nátt

Eina náttina herfyri kom ein ungur drongur rættiliga illa fyri, tá ið eitt harkalið av ungum dreingjum og gentum forfylgdu honum ígjøgnum náttarlívið í Havn og bukaðu hann sundur og saman heilar tríggjar ferðir hesa somu náttina

Ein ungur maður í Havnini kom verri fyri enn hann hevði droymt um, tá ið hann fór í býin í Havnini eitt kvøldið herfyri.

Tað endaði við, at hann var bukaður sundur og saman –ikki bara einaferð, men heilar tríggjar ferðir hesa somu náttina.

Men tað helt merkisverda við hesum málinum var, at tað vóru somu fólkini, sum løgdu á hann allar tríggjar ferðirnar.

Tað var eitt harkalið av tveimum ungum gentum og einum ungum dreingi, sum forfylgdu honum ígjøgnum náttarlívið í Havnini og løgdu á hann heilar tríggjar ferðir og hagreiddu hann so illa, at hann endaði á Landssjúkrahúsinum.

Hann var bæði sligin fleiri ferðir við knýttum nevum og eisini sparkaður aftaná, tá ið hann var fallin í vegin, stendur í ákæruritinum.

Fyrstu ferð, hann var álopin, vóru tey øll trý í felag, tá ið tey løgdu á hann og slóu og sparkaðu hann fleiri ferðir.

Aðru ferðina vóru genturnar einsamallar tá ið tær løgdu á hann og góvu honum ein rættiligan umgang, eitt nú við at buka hann høvdið við stivlunum

Triðju ferðirnar hann varð álopin, vóru tey aftur øll trý saman, tá ið tey bukaðu hann av.

Tað var ein góð løta ímillum allar tríggjar hendingarnar og tær fóru fram ymsastaðni í býnum.

Maðurin fór so illa av viðferðini hann fekk, at hann endaði á Landssjúkrahúsinum við skurðum og merkjum ymsastaðni.

Tey trý álopsfólkini eru nú ákærd fyri harðskap av serliga ráðum og vandamiklum slagi.

Av tí at málið skal til viðgerar í rættinum, er tað avmarkað, hvat kann upplýsast um tað.

Tey trý álopsfólkini siga, at ein orsøk var til, at tey vóru so ill við mannin, tey lupu á, men tað ber ikki til at fáa tað upplýst enn.