Bukaði unnustu sína til blóðið fleyt

Ein maður er dømdur at sita í fongsli í sjey mánaðir fyri at hava bukað unnustu sína so illa, at blóðið fleyt og hon fekk sár og blá merki fleiri staðni í høvdinum og á kroppinum. Hann hevur áður sitið í fongsli fyri at hava bukað konufólk, hann hevur gingið saman við

Ein maður skal nú í fongsul í sjey mánaðir, tí hann er dømdur fyri harðskap og fyri stuldur.

Hann er dømdur fyri at hava stolið nakrar túsund krónur úr einum sethúsum í Havn. Hann er eisini dømdur fyri at hava brotið inn í eini sethús.

Men nógv tann harðasta dómin fekk hann fyri at hava bukað unnustu sína sundur og saman so illa at blóðið fleyt.


Sár, blá merki og blóð

Tá ið unnustan kom undir læknahond, hevði hon sár, skurðsl og rivur fleiri staðni í høvdinum, andlitinum og á kroppinum.

Hon bløddi eisini rættiliga illa frá einum skurði, hon hevði fingið í høvdið og sum mátti seymast aftur

Tað var eisini illgruni um, at hon hevði brotið síðuna.

Maðurin er dømdur fyri at hava sligið og kanska eisini sparkað kvinnuna í høvdið og á kroppin og hann hevði drigið hana so harðliga eftir hárinum, at hár varð skrædnað upp við rót úr sjálvum hárbotninum og sveisingar í hárinum vóru eisini slitnaðar úr.

Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærum. Hann noktaði fyri at hava brotið inn og hann noktaði fyri at hava stolið pening.

Men hann noktaði seg eisini sekan í harðskapi. Hann fortaldi, at kvinnan varð so í ørviti av brennivíni og heilivági, at hon stóð ikki á beinunum, men var dottin fleiri ferðir og at hann tískil hevði hjálpt henni á føtur aftur.

Og so hevði hon verið rættiliga ómøgulig.

At brennivín var uppi í, varð staðfest í rættinum og tað váttaði kvinnan eisini og sjálv mintist hon lítið og onki til tað, sum var hent.

Men vitni greiddu, sum høvdu verið í telefonsambandi við tey, greiddu frá, at tað var týðiligt at ósemja hevði verið ímillum parið og likamligu skaðarnir.

Hon hevði eisini fortalt vitnum, sum komu á staðið, at maðurin hevði bukað hana.


Dømdur fyrr

Rætturin trúði vitnunum og rætturin trúði heldur onki upp á, at so ógvusligir skaðar kundi stava frá vanligum falli.

Tí varð maðurin dømdur fyri harðskapin og hann skal nú sita í sjey mánaðir.

Orsøkin til, at dómurin bleiv sjey mánaðir er, at maðurin er fleiri ferðir fyrr dømdur fyri harðskap. Hann er eisini áður dømdur minst tríggjar ferðir fyri harðskap ímóti konufólki, hann hevur búð saman við, eisini grovan harðskap.

Semja var um, at edrúur er hann av hampiligastu monnum, men tá ið brennivín kemur upp í leikin, missir hann bæði vit og skil.

Men nú hevur hann tilboð um arbeiði og hann vissaði eisini um, at hann nú skuldi í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

Tað gjørdi sítt til at rætturin góðtók, at maðurin nú sleppur leysur og fær høvið til at sita revsingina av sær seinni.