Búi hevur fingið luft undir veingirnar

1. DEILD: Við stórsigri á heimavølli ímóti B71 styrkti NSÍ um sína støðu í kappingini um at vinna uppflyting

Kristian Joensen vardi í dag málið hjá NSÍ

Síðsta heyst vóru tað bæði feløgini í Runavíkar kommunu, sum fluttu niður. Skála endaði aftast, og NSÍ endaði næstaftast í bestu deildini.

 

Nú tveir triðingar eru loknir av hesum kappingarárinum eru tað Skála og NSÍ, sum eru á ovastu plássunum. Tað eru níggju umfør eftir, og tað skal heilt nógv venda øðrvísi um góðar tveir mánaðir, enn tað ger nú, um ikki bæði Skála og NSÍ fara at tryggja sær uppflyting, og tað harvið næsta ár verður sunnudagsfótbóltur bæði á Skála og í Runavík.

 

Í dag vann NSÍ trivaligan 5-1 heimasigur ímóti B71 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Soleiðis var støðan longu í 17. minutti. Stutt undan steðginum sá B71 málverjin Terji Brynjarsson beinleiðis reytt kort, og so var spurningurin, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

 

Tað vóru tríggir veteranar, sum skoraðu mál fyri NSÍ fyrsta stóra korterið. Málskjúttar vóru Betuel Hansen, Dion B. Splidt og Búi Egilsson. Hetta var annað málið hjá Betuel í landskappingini í ár, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at Dion B. Splidt var málskjútti við framúr frísparki av brotsteigarmarkinum og mitt fyri. Hetta var áttandi dysturin hjá honum í ár í 1. deild.

 

Búi Egilsson hevur síðstu árini verið nógv darvaður av skaðum. Nú sær tað út til, at hann er komin fyri seg aftur. Í dag skoraði hann tvey mál, og nú hevur hann skorað seks mál í 14 dystum. Fimm minuttir eftir steðgin var tað Teitur Knudsen, sum økti um munin til 4-0. Hetta var annað málið í ár í næstbestu deildini hjá 18 ára gamla Teiti Knusen.

 

Búi Egilsson økti um munin til 5-0 tíggju minuttir eftir steðgin, og tríggjar minuttir undan leikloki var tað Jónatan Kjærbo, sum eftir horna minkaði um munin til 5-1. Hetta var fimta málið hjá honum í ár.

 

NSÍ er næstfremst  við 41 stigum. Tað eru fimm stig fram til Skála, og tað eru sjey stig frá NSÍ og aftur til bronsuplássið. B71 er á sjeynda plássi við 21 stigum.

 

Leygardagin fer NSÍ til Klaksvíkar at spæla á sjómannadegnum, og tá fær B71 vitjan av B36.

 

Kristian Joensen vardi í dag málið hjá NSÍ