Blagoje Buha, sum síðstu seks árini hevur spælt við Neistanum, fer í summar aftur til Serbia, og tí verður hann ikki við í hópinum hjá Neistanum, sum í summar fer undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. 38 ára gamli serbin fer nú heimaftur eftir seks ár í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Neistanum.