Búgvi Poulsen úr Havn er við í kappingini, har 24 mans í bólkinum 50-55 ár kappast.
Búgvi Poulsen hevur vunnið allar fýra dystirnar, hann er í, og er komin í heimsmeistarafinaluna í bólkinum.
Sofus Debes Johannesen úr Judosambandinum, sum er við í Krakov, sigur, at Búgvi hevur kappast í allan dag – og at hann hevur vunnið allar dystirnar.
– Hann skal møta einum franskmanni í finaluni, sum eisini hevur vunnið allar sínar dystir í dag, so tað verður ein spennandi finala, sigur Sofus Debes Johannesen.
Búgvi var í tilsvarandi EM kapping í juni, og har gjørdist hann Evropameistari.
##med2##
– Tá vóru ikki so nógvir luttakarar, sum í hesi kappingini, her luttakarar eru úr øllum heiminum, sigur Sofus Debes Johannesen.
Finalan í Krakov er klokkan 16, og hann verður stroymd á hesi slóðini: https://live.ijf.org/account?backTo=https%3A%2F%2Flive.ijf.org%2Fwc_vet2022%2Foverview
Horsens Judoklub hevur lagt hinar dystirnar út, sum kunnu síggjast her: https://www.facebook.com/horsensjudoklub
Neyðugt er at skráseta seg fyri at síggja, men tað er ókeypis, sigur Sofus Johannesen.
Har síggjast eisini hinir dystirnir, sum Búgvi hevur vunnið í dag.
##med3##