Bilar
Magnus Gunnarsson
Tað kann virka mótsigandi, at maðurin vil koma við heimsins mest orkusparandi bili, og heimsins skjótasta bili, áðrenn hann leggur frá sær sum stjóri í VW konsernini. Bugatti er ein gomul kend bilverksmiðja í Fraklandi. Teir eru mest kendir fyri sínar kviku og skjótt koyrandi rasara og sportbilar. Nú er tað VW konsernin sum eigur Bugatti, ið framvegis verða gjørdir í Fraklandi.
Toppferðin 406 km/t
Bugatti Veyron EB16.4, ið kemur á markanðin í ár, verður heimsins skjótasti bilur við 1001 hestakreftum og koyrir frá 0-100 km/t uppá 3,2 sekund. Motorurin er ein W16 við fýra turboløðarum, sum kunnu fáa bilin frá 0-300 km/t uppá 14 sekund. Annars er toppferðin 406 km/t. Hesin bilurin hevur nokk ikki so stóran áhuga her hjá okkum. Hann kostar umleið 15 milliónir krónur í Danmark, so hann verður nakað bíligari her hjá okkum. Um onkur, ið er væl fyri fíggjarliga, hevur hug at "markera" seg við einum annarleiðis bili, so er Bugatti ein møguleiki.
Bugatti Veyron EB 16.4
Motorurin8.0 litur W16 (16 syl)
64 ventilar 1001 hk
4 turboløðarar
0-100 km/t3,2 sek.
Toppferð406 km/t
Dekkstødd:framman245-690R520
aftan335-710R540
Stødd:
Longd447 cm
Breidd200 cm
Hædd120 cm
Prísuruml. 15.000.000 í Danmark