Búfólk flutt út í skundi

Búfólkini í Eirargarði 16 vórðu í morgun flutt úr heiminum í skundi. Tað hendi eftir boðum frá leiðsluni í Almannaverkinum, aftaná tey í gjárkvøldið fingu eina frágreiðing, ið vísti á, at inniluftin í hølunum als ikki er nøktandi. Tað segði Kringvarpið í tíðindunum á middegi.


Talan er um níggju fólk við menningartarni og fjølbreki, ið nú eru flutt inn í ein av grannabygningunum, Eirargarð 14, ið Landssjúkrahúsið eigur.


Við Kringvarpið segði Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, at farna mánað hava bæði búfólk og starvsfólk hava trupulleikar við útsletti og andadrátti. Trupulleikar, ið kunnu stavast frá vánaligu inniluftini.


Frágreiðingin staðfesti, at inniluftin var so mikið vánalig, at neyðugt var at flyta búfólkini skjótast til bar.